G! avdúkar: Aggrasoppar

Eitt hitt størsta føroyska satsið úti í heimi í løtuni er bólkurin Aggrasoppar. Nú skulu tey spæla á G! Festivalinum, boðar festivalurin frá í tíðindaskrivi.

Tey framførdu til loyniliga konsert á G! í 2023, men hon var ikki meira loynilig enn so, at tey fingu í lag sáttmála við bókingarfelag í Frankaríki, Voulez Vous Danser.

 

– Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á føroyskum, og hava undarligar tekstir. Men jú, so hugtakandi er teirra framførsla, at hon brýtur málslig mørk, skrivar G! Festivalurin í tíðindaskrivi.

 

Og tey spæla eisini heilt ólukksáliga væl á pallinum - tað er bergtakandi. Tað er óskikkiligt og gott í senn, skriva tey úr G! Festivalinum.

 

Til FMA vóru tey tilnevnd ársins útgávu, umframt at Eyðfinnur Bogason Lamhauge var tilnevndur at vera ársins tónasmiður, og  Dania O. Tausen var tilnevnd til næstan allar hinar FMA'arnar í ár.

 

– Føroysk nøvn hava avgerðandi týdning fyri hvussu skráin verður myndað, og eru altíð við til at geva okkum ógloymandi løtur, higartil er greitt, at Konsørn, Jógvan, Elinborg, Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivør spæla á G! 2024, skrivar G! Festivalurin.

 

Aggrasoppar er sjeynda og seinasta føroyska navnið, ið G! kunngerð hesa vikuna.

 

– Gleðið tykkum til týsdagin, tá vit fara aftur til føstu kunngerðartíðina týsmorgun kl. 9.00, og avdúka enn eitt navn, siga tey úr Gøtu.