Í gjár boðaði G! frá, at svenski hipphopp og swing bólkurin, Movits, spælir á festivalinum í Gøtu í summar. Movits tekur seg í løtuni fram báðumegin Atlantshavið. Í Norðurlondum hava teir spælt eina rúgvu av konsertum, meðan teir í USA hava vitjað á eitt nú The Colbert Report, sum er eitt satiriskt talkshow. Henda vitjanin hevði við sær, at teir gjørdust nummar eitt á hipphopp-listanum hjá bæði iTunes og Amazon.
Síðani hava teir eisini fingið plátusáttmála í USA. G! Festivalurin hevur drúgva umrøðu av bólkinum her