G! Festival boðar á heimasíðu sínari frá, at eitt navn á skránni verður kunngjört mánadagin.
Festivalurin upplýsir at bólkurin er úr USA, og at hann hevur m.a. vunnið ikki færri enn 5 Grammy® Awards. Bólkurin er harumframt heiðraður við bæði Grammy ?Lifetime Achievement Award? og ?National Endowment of the Arts Life Time Achievement? umframt ein hóp av öðrum viðurkenningum.
Nýggi bólkurin legst afturat eini skrá sum framanundan telur metalbólkin, Meshuggah, úr Svöríki; americana/country bólkin, The Tennessee Mafia Jug Band, úr USA; og sving/hiphop bólkin, Movits!, úr Svöríki.
G! Festival 2011 verður dagarnar 14., 15., 16. juli.