G! avdúkar føroyskar bólkar

G! festivalurin er veruliga farin at gera um seg, og alla vikuna verða nýggj nøvn kunngjørd. Í dag hevur G! avdúka trý føroysk nøvn, ið fara at framføra á G! 2009 Í dag avdúkar G! Festivalurin, at SIC, ið júst hava víðkað um virksemi sítt og í næstum fara á sera umfatandi konsertferð í Europa, millum annað verða í Gøtu í summar.

 

Bólkurin, sum var nógv úti um seg í 2008, Boys In A Band, ið hava altjóða fløguútgávu fyri framman í ár, fara at spæla undir Støðlafjalli í ár.

 

The Ghost, ið hava fingið plátusáttmála í Bretlandi, og sum í januar mánaði í ár hava havt týðandi framførslur á bæði Eurosonic og Midem, verða við á G! skránni.

 

Higartil eru hesi nøvn almannakunngjørd sum partar av skránni hjá G! 2009

 

VETO (DK)

SPLEEN UNITED (DK)

THE HAUNTED (SE)

BOYS IN A BAND

SIC

THE GHOST