– Úrslitið mundi vera í lagi, tí bæði liðini spældu álopsfótbólt og royndu at vinna. Samanumtikið var hetta ein fínur dystur, so javnleikur man vera á einari leið, segði Jóhan Dávur Højgaard, liðformaður hjá B68. – Vit hava víst, at vit eru øgiliga sterkir á heimavølli, tí vit eru komnir afturum fleiri ferðir, men eru altíð komnir sterkt aftur. Í kvøld høvdu vit nakrar kjansir, sum kundu givið triðja málið, men teir høvdu sjálvandi eisini sínar.
hil