Góðar vónir um útlendingamálið

Sjálvt um tíðin er stutt og sjálvt um málið er ógvuliga viðbrekið, so havi eg góðar vónir um at avgreiða úrtlendingamálið, sigur nýggi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Heðin Zachariasen

Tað kann ganga ógvuliga skjótt fyri seg í politikki. Tað fekk Heðin Zachariasen at sanna, tá hann hósdagin í síðstu viku fekk møguleikan at gerast nýggjur landsstýrismaður í innlendismálum.

Tað var ikki heilt víst hóskvøldið, og tað skiltust vit upp á. Eg skuldi eisini sjálvur taka støðu til, um eg ynskti at taka við avbjóðingini, eisini tí at tíðin er so stutt, sigur Heðin Zachariasen, tá vit tosaðu við hann í morgun.

Hetta er eyðvitað hansara fyrsti arbeiðsdagur sum innlendismálaráðharri, og tá vit tosaðu við hann stutt fyri klokkan tíggju greiddi hann frá, at hann í morgun hevði skrivað tvey brøv. Annað til løgtingið har hann boðar frá, at hann sigur tingsessin frá sær og mælir til, at næsti maður á listanum, Ingi Olsen, tekur sæti á tingi, og hitt til Sunda kommunu, har hann somuleiðis boðar frá, at hann fer í farloyvi fram til 19. januar. Tað verður so Árni Dam, sum fer at røkja starvið sum borgarstjóri í hvussu er fram til tann dagin.

Heðin Zachariasen sigur annars, at tað fer at verða trupult, sjálvt við hansara vitan um almennar mannagongdir og hansara kennskapi til málini í Innlendismálaráðnum, upp á hesa stuttu tíðina at seta seg inn í alt.

Tíðin er ógvuliga stutt, men eg fari fyrst og fremst at seta meg ruddiliga inn í tey málini, sum liggja fyri, sigur Heðin Zachariasen.

Hann heldur, sum rímiligt er, at tað hevði verið vónleyst at sett nakran í landsstýrtissessin, sum einki innlit hevði mál og mannagongdir. Og tí lá tað alla tíðina til hansara at taka hesa avbjóðingina á seg.

 

Loysa útlendingamálið

Tað málið, sum hevur fingið størstu umrøðuna seinastu longu tíðina, er útlendingamálið. Og har ætlar nýggi innlendismálaráðharrin sær at leggja alla orku í at loysa júst hetta málið.

Eg veit væl, at tíðin er stutt, og at talan er um eitt viðbreki mál, men kortini havi eg góðar vónir um, at tað fer at eydnast at loysa hetta málið til frama fyri ikki minst vinnulívið í Føroyum, sigur nýggi landsstýrismaðurin, Heðin Zachariasen.

Tað er jú eingin loyna, at júst útlendingamálið fær nógva umrøðu, bæði millum vinnulívsfólk og fakfekalsrørslu. Men tað er líka greitt, at málið má finna eina loysn, antin so ella so. Og tað skilir nýggi landsstýrismaðurin og ætlar hann sær eisini at geva hesum málinum sera høga raðfestging.

Annars undirstrikar Heðin Zachariasen, at tíðin er so stutt, at tað í sjálvum sær avmarkar møguleikarnar at fáa tað stóra av skafti.

Klokkan tíggju settist Heðin Zachariasen við landsstýrisborðið saman við hinum landsstýrismonnunum, og harvið byrjaði eitt nýtt skeið fyri hann og restina av landsstýrinum.