Læknarnir á Queen Elizabeth-sjúkrahúsinum í Birmingham hava góðar vónir um, at tann pakistanska gentan Malala Yousafzai fer at koma fyri seg eftir drápsroyndina hjá Taliban.
Malala varð í gjár flutt við sjúkraflogfari úr Pakistan til Bretlands. Tað er ikki av tilvild, at hon er flitt til Queen Elizabeth-sjúkrahúsið, tí læknarnir har hava serliga drúgvar royndir við at viðgera hermenn, sum eru vorðnir særdir av skotum í Irak ella Afghanistan.
Bretsku myndugleikarnir hava styrkt tilbúgvingina á sjúkrahúsinum í Birmingham, tí Taliban hevur hótt við at beina fyri Tamalu Yousafzai.