Góðar vónir um at samráðingarnar røkka á mál

- Sum samráðingarnar ganga í løtuni, ivist eg ikki í, at tað verður til eina samgongu millum ABC-flokkarnar, sigur Jørgin Niclasen, formaðurin í Fólkaflokkinum Samráðingarnar millum ABC flokkarnar um at skipa nýggja samgongu halda fram í kvøld. Partarnir hava gjørt eina skitsu til samstarv, men allar ósemjur eru ikki loystar enn.

- Samráðingarnar hava gingið væl, og stemningurin er framvegis góður. Enn eru nakrir knútar at loysa, men eg rokni við, at vit klára teir eisini. Sum samráðingarnar ganga í løtuni, ivist eg ikki í, at tað verður til eina samgongu, sigur Jørgin Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

ABC flokkarnir hava ikki enn tosa um býtið av málsøkjum, og hvør skal verða løgmaður í samgonguni. Tað verður ikki gjørt, fyrr enn samgonguskjalið er liðugt.

Roknað verður við, at samgonguskjalið kann gerast liðugt um vikuskiftið.