Foreldrini hjá teirri horvnu ensku gentuni, Madeleine McCann, hava framvegis góðar vónir um, at gentan verður funnin aftur á lívi. Kate og Gerry McCann hildu tíðindafund í London í dag í sambandi við, at fimm ár eru farin, síðani gentan hvarv í Portugal.
-Í veruleikanum hava vit betri vónir nú enn nakrantíð fyrr hesi fimm árini, segði Gerry McCann. Hann segði, at ymiskt er komið undan kavi, síðani bretska løgreglan tók kanningarnar uppaftur í fjør, og at tað hevur gjørt tað meiri sannlíkt, at gentan er á lívi, og at tað fer at bera til at finna hana.
Myndugleikarnir í Portugal søgdu fyri stuttum at teir dugdu ikki at síggja nakra orsøk til at taka kanningarnar uppaftur.