Hóast Tekla úr Klaksvík kom á mál tvær bátslongdir aftan fyri Blik, hava ungu klaksvíksgenturnar nú góðar vónir til Ólavsøkuróðurin.
- Vit høvdu als ikki væntað at megna eitt annaðpláss, so vit fingu rættiliga trúnna upp á okkum sjálvar eftir róðurin, sigur bátsformaðurin á Teklu.
Hon greiðir frá, at miðróðurin hjá teimum als ikki var av tí besta, og tá lógu tær á einum fjórða ella fimtaplássið.
- Men endaspurturin hjá okkum var avbera góður, og tá vit komu á mál, sóu vit, at vit vóru nummar tvey, sigur Berir ovurfegin.
Hon hevði lovað undan róðrinum, at megnaðu tær eitt annaðpláss, so skuldi hon renna høvdið niður í sjógvin. Tað endaði so við, at allar genturnar á Tekla í ovfarakæti gjørdu tað, so saltvatnið rann niður eftir vangunum á teimum.
Sigurin hevur sum sagt givið teimum sjálvsálit, og tær eru farnar í gongd við venjingarnar til seinasta róðurin í ár.
- Vit venja ordiliga hart nú, tí vit hava fingið trúnna uppá, at Blikur kann takast, sigur Berit Mohr.
Mynd: Bárður