10 mannaførini hava róð 2.000 metra teinin fyri seinastu ferð í hesum kappingarárinum. Eysturoyingur hevur vunnið fýra róðrar nú og stýrir fram í móti føroyameistaraheitinum. Men tað sigst, at tað er stórur munur á, hvussu teir báðir teinarnir skulu rógvast.
- Eg haldi ikki, at vit broyta so øgiliga nógv, men sjálvandi hvørvur tann drúgvi miðróðurin, sum er á 2.000 metrum. Tað er tó klárt, at á 1.000 metrum er tørvur á nøkrum sprintarum, tí tá er so stutt millum byrjanar- og endaspurt. Og eg havi varhugan av, at tað sita nakrir tílíkir sprintarar umborð á Eysturoyingi, so jú, jú...vit hava góðar vónir, sigur Ludvík.
Eysturoyingur liggur nú so væl fyri, at teir skulu enda sum nummar trý og fýra á tveimum teimum seinastu róðrunum fyri at missa føroyameistaraheitið.
- Men vit fara sjálvandi eftir fyrsta plássinum, slær Ludvík fast.