Avtala er haraftrat gjørd við Sandavágs kommunu, soleiðis at miðvingar leggja lendi til og sandavágsmenn ber kostnaðin av nýggja hylinum.
Umstøðurnar hava í longri tíð ikki verið góðar hjá teimum størru bátunum, og tí var neyðugt at finna eina loysn á málinum. Tá tað eru avmarkaðir møguleikar at gera bátahyl í Sandavági er avtalað at Sandavágs kommuna fíggjar ein nýggjan hyl.
Umstøðurnar at hava bát í Sandavági hava annars ikki verið góðar. Tað at portur verður sett fyri í ókyrru, kann koma illa við hjá teimum, sum hava bát liggjandi í Sandavági.
Men við nýggja hylinum fara umstøðurnar hjá bátaeigarum at betrast munandi, skilst á monnum bæði í Miðvági og Sandavági.










