Góðar umstøður á La Manga

Tvær venjingar eru í dag á skránni hjá landsliðnum, sum týskvøldið fer at spæla tann fyrra av tveimum venjingardystum

Fótbóltslandsliðið kom upp á pláss í venjingarleguni í La Manga í Spania um middagsleitið í gjár. Seinnapartin var ein venjing á skránni, og í dag verður vant tvær ferðir – eina ferð fyrrapartin og eina ferð seinnapartin.
Týskvøldið verður tann fyrri av tveimum venjingardystum á skránni. Tá verður mótstøðuliðið Real Murcia, sum er á 11. plássi í næstbestu sponsku deildini. Hósdagin verður spælt ímóti La Union, sum er partur av triði bestu deildini í Spania.
Umstøðurnar at venja eru góðar. Í gjár var heiður himin, og hitastigini vóru millum 20 og 25. Hann sigur frá sama veðri næstu dagarnar.
Umframt føroyska landsliðið eru lið úr Danmark, Svøríki, Noregi og USA í hesum døgum í La Manga á venjingarlegu, veit heimasíðan hjá FSF at siga.