Á føðideildini er nógv at gera frá degi til dags. Arbeiðstíðirnar eru bæði nátt og dag, tí spurt verður ikki eftir nær best liggur fyri at koma í verðina.
Í gjár vóru 131 børn fødd higartil í ár, og júst sama dato í fjør var talið júst tað sama. 36 av hesum eru fødd í mars mánaða.
Ruth Vang, ljósmóðir og Sonja Andreassen, deildarsjúkrasystir, greiða frá:
? Nógv er at gera, men ikki so nógv, sum fólk vilja vera við. Á føðideildini hava vit góðar tíðir og verri tíðir. Men higartil í ár er tað bara komið fyri einaferð at fimm børn eru fødd sama dag, harav var eitt tvíburðapar. Tað er ikki fyrr enn talið kemur upp á 6-8 føðingar um dagin, at vit siga, at nógv er at gera.
? Fyrr varð sagt, at apríl og september vóru mánaðar har eyka nógv børn vórðu fødd. Tað er jú níggju mánaðar aftaná ávíkavist summar- og jólafrítíðina. Men soleiðis er tað ikki longur ? nú er streymurin meira javnur.
So verkfallið, sum var fyri níggju mánaðum síðani hevur ikki ávirkað burðartalið í Føroyum nakað serligt.