Góðar áskoðaraumstøður

Undan steypafinaluni 2002 millum HB og NSÍ á Tórsvølli er avgjørt, at áskoðararnir hjá báðum liðunum sita savnaðir hvør sær ? tað vil siga NSÍ áskoðarar fyri seg og HB áskoðarar fyri seg. Við lutakasti er avgjørt, hvar viðahaldsfólkini hjá báðum liðunum sita

Bæði HB og NSÍ, sum á ólavsøku hittast í finaluni um løgmanssteypið á Tórsvølli, fyrireika seg í hesum døgum til stóru finaluna, ikki minst uttanfyri vøllin. M.a. hevur nógv verið arbeitt við at skapa góðar umstøður fyri mongu viðhaldsfólkunum hjá báðum feløgunum, so stemningurin og karmarnir undan eini góðari finalu verða til staðar.

NSÍ og HB áskoðarar hvør sær
Undan finaluni 29. juli á Tórsvølli er avgjørt, at áskoðararrnir hjá báðum feløgunum skulu ikki sita lið um lið, men at allir NSÍ áskoðarar verða savnaðir á einum staði, meðan allir HB áskoðararnir sita saman á øðrum staði. Hetta kenna vit t.d. frá útlondunum, har allir áskoðarar fyri sama liði sita saman, og skapar hetta betri stemning og betri møguleikum fyri.
Við lutakasti er avgjørt, at á langsíðuni skulu NSÍ áskoðarar sita í norðara endanum, meðan HB áskoðararnir verða savnaðir í syðra enda. Henda áskoðaraskipan varð eisini fyriskipað undan finaluni um Løgmanssteypið í fjør millum KÌ og B36, men sum mong kanska minnast, gjørdi veðrið av við bæði fótbóltsspæl og áskoðarar tann dagin, so talið av áskoðarum gjørdist sera avmarkað.

t-shirt til øll
Sum skilst hava bæði feløgini eisini ætlanir um at býta út t-shirts til sínar áskoðarar, so viðhaldsfólkini hjá hvør sínum liði eru eins litt, har NSÍ t-shirtirnar verða gular og HB t-shirtirnar reyðar og svartar.
Leggjast kann afturat, at á atgongumerkjum í forsølu er fast pláss upplýst bæði við bólki, raði og nummari á stóli, meðan á atgongumerkjum í sølu við dyrnar fáa áskoðararnir bert upplýst øki, tvs. tribunu á Tórsvølli.