Í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum, verður sagt, at í Føroyum eru nakrar royndir gjørdar við at ala krækling, men úrslitini eru misjøvn og tað er eingin fyritøka, sum burturav fæst við at ala skjeljar.
Framvið norsku strondini eru góð viðurskifti fyri aling av teimum týdningarmiklastu skeljasløgunum. Aliøkini eru góð, hitin í sjónum er passaligur og ongar sjúkur eru á villum skeljum.
Norðmenn eru í fer við at menna vitanina innan skeljaaling og hava gjørt eina sokallaða skeljaverkætlan. Tað vóru Hordaland fylki, Havforskningsinstituttet og Universiteti í Bergen, sum í 1994 tóku stig til verkætlanina, sum nú er vorðin ein landsfevnandi verkætlan.
Verkætlanin tekur sær av at: samskipa verkætlanir og menna vinnuna, at uppbyggja vitanina í vinnuni, at gera netverk millum vinnuna, granskarar og tað almennu fyrisitingina, at spjaða upplýsingar og at virka sum ígongdsetari o.l.
Tvær ferðir um árið møtast skeljaalarar, granskarar og umsitingin og á skránni er menning av vinnuni. Sera nógv orka verður løgd í at byggja vitanina upp í øllum liðum í virðisketuni. Í løtuni arbeiður Fiskeridirektoratet og Fiskerinæringens Fælles Kompetansestyre við at gera skeið fyri øllum, sum søkja um loyvi at ala skeljar.










