Góðar royndir av samgongu millum C og E

Løgmaður heldur ikki munin í sjálvstýrisspurninginum vera so stóran, men munur er í raðfestingini, tí Javnaðarflokkurin raðfestir vælferðina hægri enn sjálvstýrið Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevur góðar royndir av at vera í samgongu við Tjóðveldið. Tað segði hann, tá ið løgmaður og formaðurin í Tjóðveldinum, Høgni Hoydal, um middagsleitið vóru gestir á Rás2.

-Nú er tað nakað langt síðani. Tað var í 1993-94 og undir kreppuni, at vit samstarvaðu, og tað gekk væl. Nú er Tjóðveldið myndað av heilt øðrum persónum enn tá, men eg dugi ikki at ímynda mær, at tað skuldu verið stórvegis trupulleikar, um vit aftur fóru at samstarva, segði Jóannes Eidesgaard.

Løgmaður helt, at hann og formaðurin í Tjóðveldinum, Høgni Hoydal, hava ikki so ólík sjónarmið í høgra/vinstra ásini.

- Í sjálvstýrisspurninginum eru vit ikki ósamdir um, at vit skulu taka størri og størri ábyrgd av hesum landi. Men vit eru ósamdir í ferðini og mátanum, sum málið skal røkkast, segði Jóannes Eidesgaard løgmaður.

Høgni Hoydal helt eisini, at tað er møguleiki fyri samstarvi millum Tjóðveldið og Javnaðarflokkin eftir løgtingsvalið.

Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal hava ikki enn verið í samgongu saman. Síðani Høgni Hoydal varð valdur á ting í 1998, hevur hann verið í samgongu 1998-2004. Tá var Jóannes Eidesgaard í andstøðu. Tá ið Jóannes Eidesgaard gjørdist løgmaður í 2004, fóru Høgni Hoydal og Tjóðveldið í andstøðu, og har hava teir verið síðani.