Góðar royndir av oljuvinnuni

?Royndirnar higartil í oljuvinnuni hava verið væl eydnaðar, og vit hava nú uppbygt eina servitan, sum vit eisini fara at bjóða fram í framtíðar boringum í føroyskum øki, sigur Høgni Hansen, stjóri fyri Eurest Føroyar, ið fæst við catering til oljuvinnuna

VINNA

Ein av fyritøkunum, sum við oljuvinnuni hevur víðkað um sítt virkisøki, er P/F Poul Hansen heilsøla.
Tá oljuvinnan byrjaði at banka uppá í Føroyum valdi fyritøkan at royna at sleppa upp í part.
Ógvuliga nátúrligt fyri eina heilsølu valdi Poul Hansen at royna eydnuna í catering vinnuni.
Catering á oljuboripallum og boriskipum snýr seg um alla matgerð og alla reingerð umborð.
?Vit mettu, at hetta kundi vera áhugavert fyri okkum, og vit leitaðu tískil eftir einum samstarvsfelaga. Vit gjørdu eina avtalu við Eurest, og saman við teimum settu vit á stovn Eurest Føroyar, sigur Høgni Hansen, stjóri fyri Poul Hansen og Eurest Føroyar.
Eurest er partur av Compass Group, ið er heimsins størsta fyritøka innanfyri matvørutænastur.

Sovereign Explorer
Bæði Statoil og Amerada Hess valdu til sínar boringar á summri 2002 at nýta Eurest Føroyar til at taka sær av catering í sambandi við royndarboringar. Bæði feløgini nýttu riggin Sovereign Explorer.
Til ta uppgávuna nýtti Eurest Føroyar átjan fólk. Hesi vóru so í liðini við níggju í hvørjum tvær vikur heima og tvær vikur úti.
Teimum royndunum, ið Eurest og Poul Hansen hava gjørt sær, letur Høgni Hansen væl at.
?Vit meta tíðina vera sera væl eydnaða. Oljufeløgini seta strong krøv, men higartil hevur tað ikki verið nakar trupulleiki at fyrihalda okkum til hesi, sigur Høgni Hansen.
Oljufeløgini seta strong krøv til góðsku og ikki minst til trygd, sigur Høgni.
Øll starvsfólkini hjá Eurest Føroyar hava verið á trygdarskeiði, soleiðis at tey lúka øll krøv. Somuleiðis eru allar treytir, sum eru galdandi fyri at arbeiða umborð, eisini galdandi fyri starvsfólk innan catering.

5 fólk í Danmark
Síðani summarið 2001 hava ongar boringar verið á føroyskum øki. Eures Føroyar er kortini ikki meira í dvala enn, at fimm starvsfólk í løtuni arbeiða innan catering í donskum øki.
?Vit hava klárað at uppbygt okkum eina servitan, og hesi vilja vit halda við líka. Tí hava vit roynt at fingið okkara fólk í starv aðrastaðni, tá eingin aktevitetur er í Føroyum, sigur Høgni Hansen.
Nú líkt er til, at farið verður aftur undir at bora komandi summar, so roknar Høgni eisini vist, at Eurest fer at bjóða seg fram sum ein møguligan veitara.