Vit hava alla orsøk at hava góðar landsliðsvónir, tí føroyska landsliðið hevur helst ongantíð verið betri fyri enn nú. Trupulleikin við at laga vónirnar eftir gongdini hjá føroysku spælarunum er, at mótstøðu liðini eisini flyta seg.
Tað síggja vit millum annað, tá okkara lið luttaka í Evropa. Hóast føroyskur liðfótbóltur hevur verið fyri stórari framgongd, so tapa vit móti eitt nú feløgum av Malta, og verða skjótt yvirhálaði av feløgunum á Gibraltar.
Tí er týdningarmikið hjá okkum at hugsa um, at Ungarn í summar hevur verið í 1/8 finalunum til EM endaspælið. Harvið ikki sagt, at føroyska liðið ikki skal trúgva upp á ein sigur – eisini havandi í huga dystirnar okkara millum í farnu undankapping.
Í Føroyum fingu bæði Brandur H. Olsen og Sølvi Vatnhamar fulla debut. Vit taptu 1-0, men høvdu bóltin nógv. Nakað vit síðani hava upplivað fleiri ferðir. Bernd Storck, landsliðsvenjari hjá Ungarn, segði á tíðindafundinum, at hann hevði sæð tann dystin, og metti at lykilin hesa ferð var at hava bóltin meir.
Returdysturin í Budapest var ein skandala. Við støðuni 1-1 áttu Føroyar eitt sólarklárt brotsspark, sum varð gjørt móti Kaj Leo í Bartalsstovu. Tað fingu vit ikki og taptu eftirfylgjandi 2-1.
Góðar – men realistiskar vónir
Júst hasa yvirskriftina brúkti eg áðrenn seinna dystin móti Grikkalandi. Hon kann eisini brúkast í kvøld. Tí tað er týdningarmikið at vit stuðla landsliðnum treytaleyst til dystin. Vit mugu tola, at vit spæla móti einum liðið, sum er stórfavorittur at vinna á okkum.
Skulu vit hava stig, so skal ótrúliga nógv fella okkara veg. Tað hevur tað gjørt hvørja ferð vit hava fingið stig.
Veddingarfyritøkurnar geva pengarnar 1.4 ferðir aftur upp á sigur til Ungarn, og upp til níggju ferðir upp á ein sigur til Føroyar. So vit kunnu hava góðar, men realistiskar vónir.
Føroyar framá!