Peningurin, sum bygningurin hjá gamla sjúkrakassanum í Miðbýnum í Havn, varð seldur fyri, skal brúkast til gransking og aðrar verkætlanir.
Tað sigur Rigmor Dam, landsstyriskvinna.
Herfyri vildi Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hava at vita frá henni, hvat spurdist burtur úr, nú Granskingargrunnurin hevur selt húsið.
Tað kundu vit her á in.fo greiða Heðini Mortensen, og lesarunum, frá longu fyri 14 døgum síðani og tað kanst tú lesa alt um HER
Rigmor Dam sigur, at tað vóru átta partar, sum vóru áhugaðir í bygninginum, men at bara tveir av teimum bjóðaðu.
Annars eru tvey leigumál í húsinum, tí bæði Barnaverndarstovan, og Barnahúsið halda til har, og tað halda tey fram við, hóast húsið er selt, sigur Landsstýriskvinnan.









