Góðar 40 milliónir til Skálafjarðarveg

Í dag er nýggj vegaføring í Skálafirði á skrá í tinginum. Vegurin oman fyri bygdina skal kosta einar 43 milliónir krónur, og verður eftir ætlan liðugur um eini tvey ár

Landsverk fer, eftir øllum at døma, í næstum at gera smáar tríggjar kilometrar av vegi omanfyri Skálafjørð. Til 2. viðgerð atkvøddu 21 tingfólk fyri uppskotinum at nútímansgera vegin, soleiðis, at ferðslan ikki longur skal verða førd gjøgnum bygdina.

Rættarnevndin hevur eisini havt uppskotið til viðgerðar, og tað var stórur meiriluti at samtykkja uppskotið. Bara Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi var ímóti. Hon er tó sannførd um, at tað er ein ætlan, ið skal gerast, men hon hevur prinsippiella støðu viðvíkjandi íløgum hjá landinum, og kann ikki góðtaka, at hesin vegur verður gjørdur beint nú. Tá uppskotið var fyri til 2. viðgerð atkvøddi hon tó blankt, saman við Bergtóru Joensen og Sjúrði Skaale. Bara Kári á Rógvi atkvøddi ímóti.

Heili 21 tingfólk vóru fyri uppskotinum, sum eftir ætlan skal kosta undir 44 milliónir krónur, tá vegaføringin er liðug um tvey ár, sum lagt verður upp til.

Høvuðsorsøkin til uppskotið er, at verandi vegur er smalur og gongur millum hús. Tí metir innlendismálaráðið ikki, at vegurin er hóskandi sum landsvegur.

Sambært uppskotin skal tað í framtíðini eisini vera soleiðis, at kommunan yvirtekur vegin, og skal taka sær av viðlíkahaldinum.


Sjálvsstýrið ímóti

Hóast vegurin omanfyri Skálafjørð er eitt hjartamál hjá Sjálvsstýrisflokkinum, so hava teir atkvøtt ímóti uppskotinum, og fara eisini at gera tað í morgin.

- Vit vilja ikki samtykkja nakra íløgu, fyrr enn vit vita, hvørjir pengar eru, sigur Kári á Rógvi, sum var einasti tingmaður at atkvøða ímóti til 2. viðgerð. Kári P. Højgaard var burturstaddur.

- Er tað pensjónistar ella mentan, so er ongin uppbakningur, men er tað ein vegur, so ber alt til. Tað vísir seg, at mann bara játtar fyri at játta, og eg ivist ikki í, at vit fara at síggja ein øgiligan sorgaleik í heyst, tá ongir pengar eru til nakra íløgu, sigur Kári á Rógvi.