Miðalprísurin við søluna á Fiskamarknaði Føroya í morgun var ikki minni enn 20,68 krónur fyri kilo. Talan var tó ikki um tær heilt stóru nøgdirnar av fiski, góð 42 tons tilsamans, sum fóru fyri tilsamans 877.000 krónur.
Mest var av toski, umleið 20 tons tilsamans, og í morgun høvdu bæði toskur og hýsa rættiliga góðan prís. Góð 5,8 tons vóru av toski 3 og góð 5,4 tons av toski 4. Toskur 3 fekk ikki minni enn 21,58 krónur fyri kilo - og toskur 4 fekk 19,21.
13,5 tons vóru av hýsu, og her fekk hýsa 2, sum mest var av, góðar 16 krónur fyri kilo.
Góð 3 tons vóru av svartkalva og blálongu, og her var miðalprísurin ávikavist 33,54 og 16 krónur fyri kilo.
Eini 4 tons vóru eisini av havtasku, og besti miðalprísur var 37,65.
Leggjast kann aftrat, at 1,2 tons vóru av lira, og her var miðalprísurin 16,72 krónur fyri kilo.