Góðar 17 krónur í miðal fyri kilo

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 47,3 tons av fiski fyri stívliga 811.000 krónur.

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 47,3 tons av fiski fyri stívliga 811.000 krónur.

 

Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 17,16 krónur fyri kilo.

 

Størsta einstaka nøgdin var toskur, harav mest var av toski 3 og 4, sum fór fyri miðalprísin 15,91 og 13,64 krónur fyri kilo.

 

Næst størsta nøgdin á marknaðinum í morgun var svartkalvi, og her lá miðalprísurin um slakar 30 krónur fyri kilo.

 

Trið størsta nøgdin var hýsa, harav mest var av hýsu 2, sum fór fyri miðalprísin 17,13.

 

Onnur fiskasløg á marknaðinum í morgun vóru eitt nú upsi, brosma og kongafiskur, men talan var bert um smáar nøgdir.