Sølurnar á Fiskamarknaði Føroya fara at fækkast, nú Føroya Reiðarafelag hevur biðið øll skip, sum fiska undir Føroyum, um at gevast at fiska og koma til lands. Í dag seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 187 tons av fiski fyri góðar 2,8 miljónir krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 15,16 krónur fyri kilo.
Nógv tann størsti parturin á søluni í dag var toskur, sløk 100 tons tilsamans.
28,6 tons vóru av toski 2. Miðalprísurin var 18,78 krónur fyri kilo. 27,1 tons vóru av toski 3, og miðalprísurin var 16,20. Av toski 4 vóru 26,8 tons, sum fóru fyri 13,31 krónur í miðal fyri kilo.
Eini 25 tons vóru av hýsu. Mest var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 11,07.
Onnur fiskasløg, sum munaðu á Fiskamarknaði Føroya í dag, vóru brosma, longa, kongafiskur og havtaska. Besti miðalprísurin fyri brosmu var 7,66, fyri longu 13,90, fyri kongafisk 13,50, og besti miðalprísurin fyri havtasku var 27,16 krónur fyri kilo.
Sølurnar á Fiskamarknaði Føroya fara at fækkast, nú Føroya Reiðarafelag hevur biðið øll skip, sum fiska undir Føroyum, um at gevast at fiska og koma til lands.
Eftir at samráðingarnar millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini slitnaðu seinnapartin mánadagin, er eingin sáttmáli millum partarnar.










