Góðan Morgun Sandoy!

Góðan Morgun Føroyar og Máltráðurin úr Sandoynni fríggjadagin 21. mars

Morgunredaksjón útvarpsins sendir Góðan Morgun Føroyar úr Sandoynni fríggjamorgunin frá kl. 07.35 til 09.50. Og Máltráðin frá 10.10 til 11.00.
Útvarpsstovan verður í Virkinum á Sandi, har borgarstjórar, tónleikarar og onnur góð fólk støkka inn á gólvið. Men tann størri parturin verður sendur úr bygdunum. Reportasjur verða sendar úr Skopun, Húsavík/Dali, Skálavík og av Skarvanesi. Hagani hoyra vit um virksemi, mentan, gerandisdag og framtíð.
Vertur í sendingini verður Jákup Magnussen, meðan reportarar verða Bjarni Mohr, Elis Poulsen og Øssur Egholm. Elis Poulsen tosar við fólk á Máltráðnum.