Ikki eiti á, sum Bjørn Kalsø nú er farin at finnast at handfaringini av makrelmálinum. Nú brúkar hann øll argumentir, sum vit onnur úr flest øllum flokkum hava brúkt síðani tíðliga í vár, og sum hann hevur hartað okkum fyri at føra fram.
Men tað er at frøðast um, at fólk vakna og taka við tínum argumentum. Bert spell, at Bjørn Kalsø tó korini altíð skal hava ein neiligan hugburð til alt og skal royna at misskilja alt við vilja og venda øllum negativt, so hann kann brúka tað í síni niðurgerð av øðrum.
Men gott, at tú ert vaknaður, Bjørn. Góðan morgun!










