Góða veðrið heldur sær alla vikuna

Eitt hátrýst vestan fyri Ísland flytir seg inn yvir Føroyar og gevur støðugt veður í fleiri dagar.

 

Mánadagin verður lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta turt og stundum sólglottar. Hitin um 10 stig. Týsnáttina eitt lítið lot, undir 5 m/s. Turt og klárt og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, um náttina av eystri ella suðri. Turt og sólglottar, men stundum skýggjað ella mjørki. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul, fyri tað mesta av eystri, 2 til 7 m/s. Turt og sól, men stundum skýggjað ella mjørki. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt og sol, men stundum skýggjað ella mjørki. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul, fyri tað mesta av landsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og sólglottar, men stundum skýggjað ella mjørki. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað, men turt. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.