Góða veðrið heldur á

Eitt hátrýst liggur nær Føroyum komandi dagarnar og gevur støðugt og stilt veður.

 

Í dag verður fleyr til gul av eystri, undir 5 m/s, seinni av landnyrðingi. Sólglottar og hitin millum 7 og 11 stig. Týsnáttina verður fleyr til gul av landnyrðingi, undir 5 m/s. Skýggjað og møguliga mjørki í støðum. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, seinni av norðri. Fyrst skýggjað og møguliga mjørki í støðum, men út á dagin klárar í og tað vera sólglottar. Hitin millum 10 og 15 stig, um náttina um 7 stig.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum ella landnyrðingi, 2 til 7 m7s. Sólglottar og hitin um dagin millum 10 og 15 stig. Um náttina lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 4 til 7 m/s. Sum frá líður meiri skýggjað, men turt og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s, seinni av norðri og landnyrðingi. Fyrst skýggjað og mjørki í støðum, men út á dagin sólglottar og hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina frískar hann vindin og verður lot til andøvsgul av norðri og landnyrðingi. Turt og partvís klárt og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi 5 til 10 m/s. Sólglottar, men um náttina meiri skýggjað. Hitin um dagin millum 8 og 13 stg, um náttina niður í 6 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sólglottar og hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina makar hann vindin og hitin fellur niður í 5 til 8 stig.