Tað eru tvey lið, sum tað hevur verið óstøðugt hjá, ið hittast við Løkin í Runavík í kvøld.
Meistararnir í EB/Streymi verða á útivølli, har úrtøkan higartil hevur verið soltin janvleikur í Klaksvík og 0-2 ímóti HB og 0-3 ímóti Víkingi.
-Vit hava stóra virðing fyri NSÍ, sum seinastu ferðirnar hevur vunnið fulla úrtøku í síðstu sekundunum bæði ímóti B36 og AB. Sjálvandi ætla vit okkum at vinna, men samstundis ásanna vit, at tað verður torført út frá fyritreytunum, staðfestir EB/Streyma venjarin Rúni Nolsøe. Hann sipar til, at lyklapersónurin í miðverjuni, Marni Djurhuus, og lyklapersónurin í álopinum, Arnbjørn Hansen, báðir eru skaddir, og at miðvallarin Brian Olsen eisini situr uttanfyri.
-Tá ið Gunnar Zachariasen kom aftur úr leikbanni, og tá ið Levi Hanssen kom aftur úr útlondum høvdu vit vónað, at vit rættuliga skuldu fóta okkum. Nú kunnu vit siga, at tað var gott, at teir komu aftur, tí annars hevði tað manningarliga sæð heilt illa út.
Kennir tú teg pressaðan?
-Í felagnum hava vit sum mál at enda millum fýra tey fremstu, og tað rokna vit framvegis ber til. Sjálvandi harmast vit øll, tá ið tað ikki gongur eftir vild, men vit arbeiða hart og miðvíst og rokna við, at tað fer at venda.
EB/Streyma venjarin roknar ikki við serliga góðum fótbóltsspæli í Runavík í kvøld:
-Vøllurin er, sum hann var í Klaksvík, áðrenn teir skiftu vøll har norðuri. Síðani vøllurin í Klaksvík varð skiftur, er fótbóltsspælið vorðið betri. Soleiðis fer tað at verða í Runavík, tá ið vøllurin verður skiftur út. Nú er tað mest sum óðamannaverk at samanspæla á jørðini á egnari hálvu, tí tað er so torført at rokna út, hvussu bólturin ferðast, sigur Rúni Nolsøe.
Abraham Løkin er samdur við EB/Streyma venjaran í, at vøllurin í Runavík er torførur at vísa gott fótbóltsspæl á. Hann gleðir seg til í summar, tá ið undirlagið verður skift út.
-Vit fegnast um, at tað eydnaðiast at vinna á heimavølli ímóti B36 og á Argjum. Men samstundis kunnu vit ikki annað enn siga, at avrikini vóru ikki nóg góð. Tað er styrki at vinna, hóast spælið ikki er nóg gott. Vit vóna, at avrikið í kvøld verður betri, sigur NSÍ venjarin.
Higartil hevur NSÍ spælt tvær ferðir á heimavølli. Ímóti KÍ var talan um 3-2 KÍ skoraði sigursmálið í síðstu løtu, og ímóti B36 var talan um 1-0 sigur. Málið varð skorað í síðstu løtu.
Hjá NSÍ er vongverjin Einar Tróndargjógv tøkur aftur, eftir at hann sunnudagin var leikbannaður.