Góða nátt, Vágar!

Viðmerking til Regin Jespersen

Lat meg byrja við at siga, at eg í samrøðuni við útvarpið klárt segði, at eg hevði alla virðing fyri tí arbeiði, løgreglan hevur gjørt í Vágum. Eg eri somuleiðis sera keddur av at hoyra, at Regin Jespersen hevur havt slíkar keðiligar og skakandi upplivingar, sum eingin átti at verið noyddur at upplivað. Men høvdu umstøðurnar verið øðrvísi, so kundi hent, at Regin ongantíð upplivdi hesa skakandi hending. Hevði drongurin havt koyriførleika og lært virðing frá tí hann var 8 - 10 ára gamal undir vardum umstøðum, so kanska hetta ongantíð var hent! Uttan koyriførleika kundi hann møguliga eisini havt livað til hann kundi keypa sær ein bil við 500HK og koyrt seg í rot við honum! Úrslitið uttan frálæru kundi komið seinni, men úrslitið hevði verið tað sama.

At eg verji lógloysi í Vágum ella elvi til uppreistur er so óluksáliga langt úti, at eg ikki tími at gera eina einastu viðmerking til Sonna Jacobsen uttan hana, at hann í grein síni júst lýsir, hvussu forferdilig støðan er - nakað, sum vit heilt kundu havt sloppið undan, um onkur hevði tikið sær av hesum drongjunum, meðan tíð var, og áðrenn tað gekk galið.

Og so er tað sjálvandi ótrúliga spell, at prutlini oyðileggja honum náttarsvøvnin - Gud viti, hvussu hann fær sovið, tá vøllurin er longdur og verður opin alt samdøgrið! Ørgamaðurin má fáa sær sterkari gløs í brillurnar, so hann dugir at lesa - eisini tað, sum stendur millum reglurnar!

Spurningur mín stendur framvegis í leysum lofti: Er problemið nú loyst? Og ætlar nakar at gera nakað sum helst? Regin Jespersen gevur mær rætt allan vegin um vantandi uppalingina av ungu monnunum. Tað gleðir meg at hoyra, at talan yvirhøvur er um friðarligar drongir, men tit hava altso bara fjernað nøkur symptom, ikki orsøkirnar.

Regin ger sær enntá tann ómak at lýsa, hvussu nógv er bygt til bóltarnar har vesturi og hvussu lítið skal til fyri at gera eina breyt til drongirnar, og hvussu vælegnað umhvørvið er. At tað ikki glógvar í einum einasta kommunalpolitikkara er tá heilt fantastiskt. Skoytir eingin um komandi atkvøðurnar frá hesum ungu monnunum? Skulu vit uppfinna eitt bilbóltspæl, fyri at fáa tykkum at vakna?

Tit brokka tykkum um ferðsluskaðar og tragediur. Men at økja um koyriførleikan hjá ungum fólki, tað ber ikki til. Men fótbóltsvallir við øllum tilhoyrandi hentleikum fyri hvørjar 10 mans, uppgraderaðar við nýggjum grasi við jøvnum millumbili fyri fleiri miljónir, tað hava vit ráð til. Eina lítla koyritekniska breyt fyri at spara nøkur mannalív, nei, tað hava vit als ikki ráð til.

Sera skemtiligt kortini at hoyra Regin gremja seg um, at hann er tikin við berari reyv av útvarpinum undir brúsuni í 'úrtíð' - klokkan hálvgun níggju um morgunin. Og hin viðmerkjarin fær ikki sovið, stakkalin. Kanska vit bara skuldu flutt flogvøllin suður til Havnar og gjørt eina koyritekniska breyt her suðuri, so tit fáa frið at sova víðari.

Eg tími ikki at gera fleiri viðmerkingar í hesum umfari. Nú fari eg at tosa við onkur skilafólk um at gera eina koyribreyt.

Góða nátt.

 

ES!

Fyri at økja um skipatrygdina er útbúgvingin hjá yvirmonnunum betrað og uppgraderað. Fyri at økja um flogtrygdina er útbúgvingin hjá flogskiparunum betrað og uppgraderað. Bussførarar skulu nú heilsukannast oftari og fleiri ferðir á skeið. Men okkara prutlførarar verða framvegis sleptir út í ferðsluna uttan koyriførleika. Hví er tað ikki eitt problem?