Góða Gunnvør!

Takk fyri bræv títt í Dimma­lætting í gjár viðvíkjandi lítla Petur.

Sum flestu munnu vita, hava vit frá byrjanini av, tá hetta ólukkuliga málið byrj­aði, víst tí stóran ans. Vit hava eftir førimuni roynt at virka við til eina góða loysn fyri fyrst av øllum Petur, men eisini hansara nærmastu.
Mong eru tey brøv, vit hava skrivað, hava lutikið í mongum fundum og orða­skiftum, og nógvir eru teir fyrispurningar, vit hava sett fram á Løgtingi- bæði munnligir og áfráboðaðir.
Tað er rætt, sum tygun nevna í brævinum, at vit lov­aðu tygun, og tí fylgibólki, ið virkar fyri Petur, at seta fram skrivligan fyrispurning um málið. Hetta tilboð okk­ara stendur óbroytt við, tí vit meta framvegis, at nógvir spurningar eru, ið krevja svar. Men sum tygun vita, bíða vit enn eftir tilfari, sum okkum varð lovað í sambandi við ger av fyrispurninginum.

Vinarligast

v. Miðflokkin Bill Justinussen og Jenis av Rana