Seinna gittarkonsertin hevði samlað »snillingarnar« og fitt av fólk í biografhúsið í Klaksvík. Mitt undir konsertini trinu tveir lokalir í tjúgunum innar og settust at órógva við m.a. einum úttalilsi, um hvussu nógv kokain teir høvdu sniffa í undanfarna vikuskifti, so at teir á palli eisini órógvaðust. Góð løta gekk áðrenn ein kvinna reistist og vendist fyri at biða »hvølpanar« halda kjaft; áðrenn long tíð var farin, hvørki sóust ella hoyrdust skrappu sniffarnir longur og kvinkaði støðið á framførsluni upp á nøktandi stig.
Nakað seinni sóust borgmeistarin og tveir fylgimenn á spákan á havnargøtum og nýtti eg høvi at teska í annað oyra á Steinbjørn Jacobsen: at rúsevnismynstri í Klaksvík líktist als ikki tí í Tórshavn, og at stór nýtsla av harðari evnum var mannamillum í »víkini«. »Hvat skulu vit gera við tað« spurdi hann (glaður um upplýsandi teskanina), ikki var long tíð at umhugsa seg í og svaraði eg: »trúgv ungdóminum, trúgv ungdóminum« og vit fóru hvør sín vegin.
Avriksfremjandi narkotisk evni t.d. kokain, amphetamin (speed) og onnur »hørð narkotisk evni« eru eftirspurd millum tey, sum ikki eru nøgd við eitthvørt støði og hevur eins og alkohol ofta delerium og sinnissjúkur við sær sum hjáárin. Um eitt ungt fólk einsamalt ella í felag kennir seg trýstan av t.d. lokalum konservativum eldri einstaklingum ella teimum somu í »bólki« kann slíkt óheppið henda í sjálvt smáum bygdum og gerst bólkatrýst tíanverri onkuntíð lagnan hjá einari heilari bygd.
At høvuðsstaðurin var aftanfyri hesum viðv. bæði Vágoynni og Klaksvíkini var veruleiki í tí at »uttangarðsfólk« (undirgrundsrørsla) í Tórshavn, sum hevði tilknýti til Christiania og teirra politikk (sum vil halda harðari evnini burtur frá hasjsøluni) og netverk teirra, vóru á einum máli um at halda skil á hesum í havnargøtum. Men við útlendingum afturat vaksandi vitjandi úr bygd (tey seinni fyri at koma í samband við misnýtarar, sum fingu heilivág frá læknum) og tí býtta løgregluarbeiðinum, sum gekk út upp á at vera frelsarar, at nýta avlurting sum amboð og skrásetan av »øllum« føroyingum, sum javnan ella inn ímillum royktu eina «hasjpípu« ella ótu heimabakaðar bollar (um tað skal vera), var talið 700? (livst so spyrst); arbeiðsleistir sum í hinum norðanlondum vera nýttir móti »harða umhvørvinum« og í mínum heimi kallast forfylgjan, datt allur høvuðburðurin og øll nyttan niðurfyri, framman fyri eyguni á illum og sperdum »havnafólki« tá tað brádliga ikki var nakar í »umhvørvinum« sum vildi taka kjansir.
Samanhaldið hvarv og eftir einum degi var ikki »klumpurin« at síggja í langa langa tíð og byrjaði annað umhvørvi at festa røtur (sjálvgjørt er vælgjørt).
Í dag standa tit/vit við tørvi á nýhugsan og hugsi eg sum svakur: Eitt keðiligt lív kann íbirta hugin at »kunstigt røkka hæddirnar« og liggur fyrsti (mest sjónligi) lykilin í tankanum um »multihallir«, sum kunnu hýsa teimum ungu og teirra áhuga (útyvir tónleik og etableraðan ítrótt), so sum virðisligir rullubreytsbanar (skateboard), softgunn/paintballkappingar, klatriveggir, internetkafé o.a. Varð byrjað í Tórshavn við hesum sjálvsagda (við rúmari høll) er tað helst ei heldur langt við síðurnar av, um høllin sum skjótast kom at standa (turr og góð) í námind av, ella á økinum hjá frælsa ítróttinum á Hálsi. Harvið høvdu nøkur talent »allarhelst« funnið vegin til »frælsan« ítrótt.
Verður farið í gongd beinanvegin verður nokk mangt óheppið lofta, men hvat viðv. virðisligu ítróttini »skateboarding« er sera umráðandi at røttu breytirnar vera funnar og vildi eg fegin sjálvur leita slíkar fram (havi longu onkrar, sum eg kann fáa upplýsingar um og tekningar av) um eg fekk signal til tess. Nú kenni eg meg hava gjørt mítt til at bróta óhepnu gongdina millum ung í Føroyum og leggi harvið handskarnar á hillina inntil víðari. Wake up mr. Mayor and dont meansion the poor work you have done for skateboarding on »Frælsið« beside the teachers school.











