Góða elskaða omma

Minningarorð um Annie ommu

Okkar allarbesta
er nú farin á sína "siesta"
Hon er farin til tað heilaga stað
og er uttan iva glað

Her hjá okkum er tað tømt
tí tú hevur okkum aldrin forsømt
Frá tínum kærleika vit kunnu læra
og minnast alt tað kæra

Hóast tú vart sjúk í mong ár
lekti tú altíð okkara sár
Líkamikið hvat tað var
hevði tú altíð eitt svar

Tú vart altíð so erlig
og fyri okkum heilt serlig
Altíð var ein hjálpandi hond
bæði í fjar og í nánd
Góða elskaða omma, tú helt altíð á
hóast tær sorgir tú mátti sjá
Sum einsamøll móðir
tú passaði tínar slóðir

Upp til tín vit hyggja
hvat so í lívinum vit byggja
Tú ert ein góð fyrimynd
sum rakk mangan tind

Tað er so stórur saknur í tær
hjá okkum sum stóðu tær so nær
Vit mugu royna at verða glað
tí vit vita at tú er komin eitt gott stað

Hvíl í friði góða omma

Gunnleyg