- So vendu teir snútan norðyvir. Góðar 11 setur og umleið 150 tons.
Tað skrivar Eyðstein Poulsen, reiðari á frystilínuskipinum Ågot, á sínari Facebook-síðu í gjár. Reiðarin ynskir sínari manning eina skjóta og góða heimferð, tó at veðurvánirnar ikki eru tær bestu í løtuni fyri farleiðina.
Og til teir, sum framvegis royna fiskieydnuna á Flemish Kap, ynskir hann framhaldandi góðan fiskiskap.
Tær seinastu 11 seturnar, sum Ågot hevur havt á Flemish Kap, góvu sambært reiðaranum 150 tons ella 300.000 pund.
Tað gevur eina miðalveiði á hvørjari setu á stívliga 27.000 pund, sum sigast má at vera óførur fiskiskapur, tó at onkrar setur á Flemish Kap hesa vertíðina hava verið enn betri.
Ågot var fyrsta føroyska línuskipið, sum stevndi yvir á Flemish Kap í hesum umfari. Teir loystu í Klaksvík 2. jólakvøld og høvdu eina góða ferð yvir.
Meðan teir hava fiskað har yvir, hava teir eisini verið inni og landað. Øll línuskipini fara skjótt at stevna heim aftur av Flemish Kap, og vónandi fáa skip og manningar eina góða ferð.
Á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya - www.fmf.fo - fríggjadagin segði marknaðurin seg vænta, at øll línuskipini á Flemish Kap fara at sigla heim, tá næsta vika fer at halla.