G! 240 fólk í bíðirøð til tjalding

Á hvørjum ári, tá ið tjaldingarplássið á G! opnar, standa fólk í bíðirøð til at sleppa innar at seta tjald upp, og í ár er einki undantak. Bíðirøðin byrjaði longu kl 10 í morgun. Kl 13.30 vóru longu 30 fólk í bíðirøðini, og kl 15.30 vóru heili 240 glaðir festivalgestir samlaðir uttanfyri tjaldingarøkið, meðan enn fleiri vóru á veg.

Í bíðirøðini er lagið gott, tað verður bæði sungið prátað, meðan tónleikur rungar úr hátalarunum.

Ein grillbúð, ið selur alt frá pizza til smyrjibreyð og bomm, er sett upp til festivalgestirnar á tjaldingarøkinum.

- Vit eru her á hvørjum ári, og selja nógv hvørja ferð, sigur Óluva á Torkilsheyggi, ið saman við mammu síni Elin á Torkilsheyggi stendur fyri grillbúðini.

Enn er møguligt at ogna sær tjaldingarpláss á G!, og ein básur er settur upp uttanfyri økið, ið bæði selur billettir til tjalding og festivaløkið.