Góð 100 fólk arbeiða við havnalagið á Eiði

- Tað kemur væl við, at fyrrverandi Norðís er latið uppaftur, og eg havi skilt, at rættiliga støðugt fiskaarbeiði hevur verið á virkinum. Eg haldi ikki, at vit hava nakað serligt arbeiðsloysi í kommununi, sigur Rólant Poulsen, borgarstjóri í Eiðis kommunu, sum ikki ætlar sær at stilla uppaftur á næsta kommunuvali

Við havnalagið á Eiði og á ídnaðarøkinum sunnan fyri bygdina eru fleiri størri og smærri virkir, umframt at virksemi eitt nú er við gerð av aliringum, sum Kj Hydraulik stendur aftanfyri.
- Eg vil meta, at her arbeiða stívliga 100 fólk tilsamans, og tað eru vit, sum standa í oddinum fyri kommununa - og bygdarfólkið í síni heild - sera fegin um. Áðrenn nýggir eigarar lótu uppaftur fyrrverandi Norðís, skiltist, at eini níggju fólk í kommununi vóru arbeiðsleys. Á fiskavirkinum arbeiða nú eini 45 fólk, og tí halda vit ikki, at arbeiðsloysi er í kommununi í dag.
Umframt Norðís, er eisini Bátafiskur á bryggjuni, sum hevur virksemi við fiski.
Rólant Poulsen vísir á, at tvey skip eisini hava fingið heimstað á Eiði - hitt fyrra fyri eini tíð síðan og hitt seinna herfyri.
- Hetta eru tvey smærri línuskip, sum bæði hava verið heimahoyrandi í Runavíkar-økinum, Volunteer og Mýlingur, sum er fyrrverandi Margit. Tað er manning og feløg, ið eiga hesar bátar, og skipari á Mýlingi er eiðismaðurin, Ian Thomsen.

Gongur væl
Rólant Poulsen, sum hevur sitið í Eiðis bygdaráði í skjótt 12 ár og sum hevur verið borgarstjóri hetta seinasta valskeiðið, ætlar sær ikki at stilla uppaftur, nú kommunuval verður aftur til heystar.
- Eg eri 63 ár, og eg haldi, at vit eiga at lata yngri og nýggjari kreftir sleppa framat at royna seg.
Hann letur annars væl at gongdini í kommununi, sum tilsamans telur 663 fólk.
- Á Eiði búgva umleið 600 fólk, og hini umleið 63 búgva við Ljósá og í Svínáum.
Borgarstjórin fegnast um, at skattainntøkurnar í ár samanlagt eru nakað hægri enn undanfarna ár.
- Tað hevur eisini gjørt góðan mun, at rentan er lækkað, og at rentubyrðan er minkað. Vit hava 15 miljónir krónur í láni, og rentan er 4,2%. Ein álíkning liggur um 22 miljónir krónur, og tað merkir, at Eiðis kommuna liggur einar sjey miljónir krónur niðan fyri eina álíkning.
Rólant Poulsen fegnast eisini um, at tað hevur eydnast Eiðis kommunu at goldið 10 miljónir krónur niður á lánini seinastu trý árini.

Væl útbygt
Hóast fíggjarstøðan í Eiðis kommunu er góð, merkir tað ikki, at kommunan er afturútsigld, hvørki á barna-, skúla-ella eldraøkinum.
- Vit hava nýggjan barnagarð til seksti børn, skúla til 120 børn, tó at barnatalið í 1.-7. flokki bara liggur millum 60 og 70, og vit hava eldrasambýlið við 15 búplássum. Haraftrat hava vit ítróttarhøll, og vit hava eitt rúmligt og gott havnalag. Vit hava eisini eina góðkenda spillivatnsætlan, og borgararnir í kommununi fáa reinsað drekkivatn.
Borgarstjórin vísir á, at Eiðis kommuna samstarvar við Sunda kommunu um Felagsskúlan á Oyrarbakka – og við kommunurnar í Eysturoy annars um stóra Røktar-og Ellisheimið í Runavík.
- Ivaleyst hevði tað verið meiri nærliggandi, at vit vóru saman um ellisheimið Mørkina í Streymnesi, men nú eru vit so saman um heimið í Runavík, leggur hann aftrat.

Skúlasamstarv
Rólant heldur, at tá skúlin á Eiði hevur so nógv avlopspláss, hevði tað kanska verið eitt hugskot at havt 10. flokk á Eiði. Hetta hevði samstundis lætt um trýstið á Felagsskúlan.
- Men Felagsskúlin á Oyrarbakka er nú útbygdur, og tíverri gjørdist byggingin væl dýrari enn upprunaliga ætlað. Minnist eg rætt, skuldi útbyggingin upprunaliga kosta 18 miljónir krónur, men endaði uppi á 27 miljónum. Við ársenda gjørdu vit saman við Sunda kommunu avtalu at býta lánini eftir einum býtislykli millum kommunurnar báðar. Eftir fólkatalinum yvirtóku vit soleiðis umleið 1/3 av lánsskuldini, sigur hann.
Rólant Poulsen sigur, at Eiðis kommuna er væl fyri og kann veita tær tænastur, sum ein nútíðarkommuna krevur.