Fysioterapeutur bleiv manager

Fyrrverandi stórspælarin hjá Liverpool, John Barnes, fekk ikki serliga langa tíð sum venjari hjá Tranmere í triðjubestu ensku deildini. Eftir 11 dystum hevur hann nevnliga fingið sekkin, og tað sama hevur hjálparvenjari hansara, Jason McAteer, eisini fingið. Nýggjur manager í felagnum er Les Parry, sum undan hesum starvaðist sum fysioterapeutur í felagnum!