Fysioterapeutar arbeiða fyri at fyribyrgja lívsstílsjúkum

TíÐindaskriv frá Fysioterapeutum í Føroyum

Hjá Føroya Landstýri er fólkaheilsa av røttum komin á dagsskránna. Viðsjónin fyri 2015 er gjørd, og eru tiltøk sett í verk at fremja heilsustøðuna hjá Føroyingum.
Í hesum sambandi hava fysioterapeutar í føroyum valt at útbúgva seg, soleiðis at vit kunnu taka okkara part av upp-gávuna, at betra um heilsustøðuna í Føroyum.
Sundhedsstyrelsen í Danmark hevur sum mál, at kropsligt virksemi skal raðfestast høgt, bæði hjá teimum sum taka avgerðir, teimum sum viðgerða og fólki annars. Tey hava gjørt eitt megnar granskingararbeiði, sum vit nýta gott av.
Fysioterapeutar í Føroyum hava fingið Morten Zacho, cand. scient. og ítróttarfysiolog til Føroya at halda skeið fyri fysioterapeutum. Skeiðið verður á Landssjúkra-húsinum 16. 17. og 18. september.
Skeiðið nevnist "motion á recept" . Enda-málið er at fyribyrgja lívsstílssjúkum. Læknin vísir til motión á recept, og fysioterapeuturin setir fólk í gongd við venjing og at broyta vanar.
Mortan Zacho undirvísir fysioterapeutum og fitnessinstruktørum í "Motión á recept". Fysioterapeutar eru væl kvalifiseraðir, at veita hesa viðgerð, av tí at fysioterapeutar eru vanir at arbeiða við fólki, og serliga við fólki sum hava onkran trupulleika. Tað er týdningarmikið hjá fysioterapeutum at arbeiða fyrbyrgjandi, og vera við til at forða fyri, at føroyingar fáa somu lívsstílssjúkur, sum gerast alt meira vanligar í vesturheiminum.
Tað er heilt givið, at motión á recept er ein uppgáva sum fysioterapeutar eiga at taka á seg. Fysioterapeutar eru útbúgvnir til at seta fólk í gongd, og duga eisini at læra fólk at taka ábyrgd av egnu heilsustøðu.
Hans Pauli Strøm Landsstýrismaður í almanna og heilsumálum, segði í røðu tá hann setti ráðstevnuna 2004 um fólkaheilsu:

»at Almanna- og heilsumálaráðið arbeiðir við at gera eina fólkaheilsuætlan. Endamálið við ætlanini er at betra um lívsgóðskuna og at fyribyrgja fólkasjúkum. Vandaøkini, sum eru ásett, eru: rørsla, kostur, vekt, royking, rúsevni, ferðsla og arbeiðsumhvørvi. Málbólkarnir eru børn - ung - konufólk/ mannfólk - gomul - barnakonur og varandi sjúk. Finnast skal fram til, hvussu vit best røkka hesum málbólkum við boðskapinum um eina betri heilsu.
Tað snýr seg um, hvussu vit øll fáa eitt betri lív. Og hvussu samfelagið, og harvið vit øll, kunnu spara fitt av peningi.
Tað eru nógvar góðar orsøkir til at hava áhuga í fólkaheilsuni. Eitt er longdin á lívsævini. Eitt endamál er at leingja um tað góðu lívstíðina hjá okkum øllum. Vit skulu taka felags tøk fyri at fremja heilsu, fyri at fyribyrgja sjúku og fyri at leingja um tað góða lívið.
Tey heilsufremjandi tiltøkini skulu miða ímóti at skapa karmar fyri tilveruni, sum fremja trivnað, sum fremja vælveru, og sum fremja evnini hjá fólki at trívast í gerandisdegnum, at liva eitt virðiligt og ríkt lív.«
At Føroya landsstýri hevur sett fólkaheilsuna á dagsskránna, er eitt gott høvi hjá fysioterapeutum at geva okkara íkast, og vera ein partur av, at hetta góða tiltak verður ført út í lívið.