- Hetta er bara so gott. Tað er altíð gott at vinna steyp, og vit hava arbeitt hart fyri at vinna greipuna í ár. Eg haldi virkiliga, at spælararnir hava gjørt eitt gott arbeiði.
Vit spurdu síðani Gerster, hvat hevur gjørt Stjørnuna so góða í ár.
- Fysikkurin hjá okkum er so nógv betri enn hjá hinum liðunum, og tí vera vit so drúgvar ígjøgnum dystirnar. Hetta ger eisini, at vit hava vunnið gullið í ár, so fysikkurin hevur verið avgerandi.
Hava arbeitt hart
Henrik Gerster var eisini sera glaður um góða verjuspælið hjá liðnum í dystunum ímóti VB.
- Vit hava tosað nógv um verjuna, sum ikki hevur verið so góð síðstu dystirnar, og í finalunum bæði í gjár og í dag gekk nógv betri. Hetta gongur út yvir álopið í byrjanini av seinna hálvleiki í dag, men til síðst gekk tað heila hjá okkum.
At enda spurdu vit Gerster, um Stjørnan hevði uppiborið at vunnið greipuna.
- Vit meldaðu út beinanvegin, at vit ætlaðu okkum at vinna greipuna, og eg haldi, at hetta var uppiborið. Vit hava arbeitt hart allan vegin, og nú gleði eg meg bara at sleppa at venja tær aftur komandi ár, segði ein smílandi Henrik Gerster at enda.










