Fýrverkið órógvar gudstænastuna

Bispur sigur, at kirkjur hava flutt gudstænastuna gamlaárskvøld orsaka av óljóðinum frá fýrverkinum.

- Frá ungum árum hevur tað verið fastur táttur at vitja kirkjuna gamlaárskvøld. Í mínari tíð sum sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi var gudstænasta við presti klokkan 23.15 ársins seinasta dag.

Hetta eru fyrstu orðini hjá Jógvani Fríðriksson, biskupi, í nýggjastu grein síni á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni. Hann hugleiðir um, hvussu tað var gamalt, at fara í kirkju gamlaárskvøld og soleiðis leggja bæði gamla og nýggja árið í Harrans hendur.

- Tað segði mær almikið, og tað gjørdi nakað við meg. Ikki minst friðurin, kvirran og møguleikin at hugsavna seg, skrivar biskupur.

Tó so, kvirran hoyrir nú eisini fortíðini til eftir øllum at døma. Víðari skrivar biskupur, at larmurin frá fýrverkinum seinastu árini er vorðin so øgiligur, at tað næstan ikki er inniverandi.

- Ja, enntá í dómkirkjuni fyri fáum árum síðani stukku vit leys úr stólinum, so álvarsliga var nýggja árið fagnað á tignarligum og søguríkum staði, skrivar hann.

Úrslitið er, at um alt landið hava kirkjuráð og prestar valt at flyta gudstænastuna gamlaárskvøld orsaka av brestunum frá fýrverkinum. Biskupur er skjótur at siga, at hetta ikki skal skiljast sum knarr, men at hann við hesum vil rósa kirkjuráðunum fyri at hava funnið góðar loysnir upp á avbjóðingina.

- Mær hóvar væl gomlu siðvenjuna um midnáttarleitið. Men, hjá kirkjuni er tað alt umráðandi, at evangeliið um Jesus Krist verður prædikað inn í okkara samtíð til gleði, frið og hvíld fyri mannasálir.  Einki er líkamikið, men klokkutíðin verður raðfest lægri enn endamálið. Alla tað tíð, ið kirkjunnar tænarar lesa og prædika Guðs orð, er mangt at gleðast um. So hevur fólkið møguleikan at hugsavna seg á heilagum staði onkra løtuna rundan um ársskiftið, skrivar Jógvan Fríðriksson at enda.