Í gjár var fyrri helmingurin av sætta og seinasta umfarinum í bólkaspælinum í Champions League. Tað var bara spenningur í bólki D, har Tottenham, Sporting, Eintracht Frankfurt og Marseille høvdu alt at spæla fyri. Tottenham og Eintracht Frankfurt vunnu seg víðari.
Bólkur A:
Bæði Napoli og Liverpool høvdu tryggjað sær víðari luttøku undan dystinum á Anfield. Liverpool skuldi vinna 4-0, fyri at yvirhálað Napoli á fyrsta plássinum. Tað bleiv til ein 2-0 sigur við málum frá toppskjúttanum í kappingini, Mohamed Salah, og innskifta Darwin Nunez.
Rangers setti eitt keðiligt tap, tá teir á Ibrox í Glasgow taptu 3-1 móti Ajax. Rangers hevur tapt allar dystirnar og samlaði málmunurin er minus 20 mál. Tað er met vánaligt í søguni í bólkaspælinum í Champions League.
Liverpool – Napoli 2-0
Rangers – Ajax 1-3
1: Napoli 15
2: Liverpool 15
3: Ajax 6
4: Rangers 0
Bólkur B:
Belgiska Club Brugge hevur tikið øll á bóli, men misti fyrsta plássið í seinasta umfarinum. FC Porto vann á Atletico Madrid, sum nú er heilt úti av Evropa. Tá so Club Brugge og Bayer Leverkusen spældu málleysan javnleik, fór FC Porto upp á fyrsta pláss, og Bayer Leverkusen yvirhálaði Atletico Madrid og er í Europa League.
Bayer Leverkusen – Club Brugge 0-0
FC Porto – Atletico Madrid 2-1
1: FC Porto 12
2: Club Brugge 11
3: Bayer Leverkusen 5
4: Atletico Madrid 5
Bólkur C:
FC Bayern Muchen og Inter Milan eru víðari sum ávikavist nummar eitt og nummar tvey. FC Barcelona endar á triðja plássi og skal spæla í Europa League eftir ársskiftið.
Viktoria Plzen – FC Barcelona 2-4
Bayern Munchen – Inter Milan 2-0
1: Bayern Munchen 15
2: Inter Milan 13
3: FC Barcelona 7
4: Viktoria Plzen 0
Bólkur D:
Øll liðini høvdu ein møguleika at spæla seg víðari á seinasta leikdegnum. Í suðurfranska býnum Marseille royndu tey at órógva náttarsvøvnin hjá Harry Kane og hinum spælarunum hjá Tottenham. Helst er talan um viðhaldsfólk hjá Marseille, sum hava skotið við fýrverkið.
Marseille skuldi vinna dystin, fyri at koma víðari, men hóast heimaliðið var á odda ein skifti í fyrra hálvleiki og datt alt á gólv, tá Pierre-Emile Højbjerg í yvirtíðini skoraði til 2-1 til Tottenham við hansara fyrsta málið í Champions League.
Eintracht Frankfurt vendi eisini uppgerðini móti portugisiska Sporting. Í Lissabon var heimaliðið somuleiðis á odda, men endaði við at tapa 2-1. Eintracht Frankfurt er víðari fyri fyrstu ferð í søguni.
Sporting – Eintracht Frankfurt 1-2
Marseille – Tottenham 1-2
1: Tottenham 11
2: Eintracht Frankfurt 10
3: Sporting 7
4: Marseille 6