Tað var tann 8. november í 1969, at tólv mans komu saman uppi á loftinum á Konditarínum í Havn at stovna eitt felag, ið skuldi vera savningarstað hjá mannfólki í Havnini, ungum sum eldri. Tvey ár seinni blivu trý tey fyrstu konufólkini limir í Kagganum. Ein hending, sum kanska var eindømi í øllum heiminum, tí tað var óhoyrt, at konufólk kundu fáa limaskap í nøkrum felag av slíkum slag nakrastaðni.
Kaggin skuldi vísa seg at kollvelta alt felagslív í Føroyum. Fólkaatkvøða var í 1973 um at broyta rúsdrekkalógina, tí at sum støðan var, áttu túsundtals føroyingar at sitið fastir fyri at bróta galdandi lóg, sum ikki bar til at halda, sigur Kaggin í tíðindaskrivi.
? Uppskotið um at broyta lógina fall. Men mong ár seinni - í 1992 - kom Rúsan, sum millum annað var eitt úrslit av tí ágangandi rakstrinum hjá Frítíðarfelagnum Kagganum, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Kaggin hevur annað virksemi, enn sjálvt frítíðarfelagið. Har er at nevna Bridgedeild Kaggans, Dansifelag Kaggans og Biljarddeild Kaggans. Allar tríggjar undirdeildirnar eru av teimum frægastu í landinum.
Nú er Kaggin vorðin best umtókti savningarstaður hjá vikuskiftisfólki í Havn og av bygd.
Kaggin hevur givið bókina út. Grafik Studio hjá Inga Joensen hevur gjørt layout ogg permu. Hestprent eigur umbróting, repro og prent. Bókin kostar 248 krónur