Fyrstu virðislønirnar handaðar

FMA er í gongd og virðislønirnar fyri ársins tekst og ársins húsa eru handaðar.

Øskuhav hjá Peturi Pólsson er ársins tekstur og Dánjal á Neystabø hevði besta húsan.

 

FMA er í gongd og sum vera man, byrjaði tiltakið við eitt sindur av skemti. Henrik Old, ið sat á fremstu røð, stóð fyri skotum, tá fyrireikararnir spældu eitt brot úr eini talu hansara av tingsins røðarapalli, hildin beint eftir FMA í fjør, tá Kringvarpið, eins og í ár, hevði spælt einans føroyskan tónleik í eina heila viku.

- Hetta er heilavask og minnir um norðurkoreanskar tilstandir, rungaði av tingsins røðarapalli, tá løgtingsmaðurin kærdi sína neyð um, at einans føroyskur tónleikur var at hoyra.

 

Gitarsnillingurin Alvi Joensen, ið fyri stuttum vann tónleikakappingina Stella Polaris, opnaði ballið við einum vøkrum klassiskum verkið.

 

Ársins tekstur er háaktuellur, varð sagt um ársins tekst á FMA 2015.

- Ein væl samanskrúaður tekstur um ársins karga vónloysi, varð sagt um Øskuhav, ið Petur Pólsson hevur skrivað. Sangurin er at finna á útgávuni AVE hjá bólkinum AVE, ið Petur Pólsson myndar saman við Benjamini Petersen.

 

Petur Pólson var ikki sjálvur til staðar, men takkaði á einum myndbrotið. Teksturin er um dóttir mína Døgg og um at finna vón í øsku. Petur Pólson var sjálvur staddur á Ríkissjúkrahúsinum, har hann kemur fyri seg eftir eina heilabløðing.

 

Niels Arge Galan handaði Dánjali á Neystabø heiðurin fyri ársins húsa á FMA.

Niels Arge Galan gav tónleikaheiminum ein uppsang fyri at teirra fløguhúsar alt ov ofta vóru ov vánaligir.

- Ein húsi kann ofta gera, at ein tímir ikki at lurta eftir innihaldinum. Vit høvdu ongar trupulleikar at skera 2/3 av útgivnu fløgunum burtur. Hetta er ein uppsangur til tykkara, segði Niels Arge Galan, áðrenn hann handaði Dánjali á Neystabø.