Fyrstu valplakaturnar til býráðsvalið komnar upp

Ársins fyrstu valplakatir er longu komnar upp at hanga í Havn.

 

Talan er um eina stórar valplakatir av Heðini Mortensen eins og hendan, ið hongur á endanum av eini húsarøð í J. Paturssonargøtu. Boðskapurin á plakatini ljóðar: Kom við til 2020.

 

So er spurningurin um hetta setur ferð á hini, sum enn ikki eru komin upp at hanga og vit nú fara at síggja valplakatir allastaðni.

 

Í dag eru fýra vikur til býráðsvalið, ið verður týsdagin 08. november.