Fyrstu umsóknirnar

Tvey oljufeløg, sum eru við oljusamtakinum við Norsk Hydro sum operatøri lata eisini inn sína egnu umsókn. Agip letur umsókn inn saman við Marathon og Anadarko hevur sína egnu umsókn

Tað var oljusamtakið við Norsk Hydro /Saga Petroleum Føroyar), Agip og Anadarko, sum var fyrst at lata Oljumálastýrinum umsókn um loyvi at bora á landgrunninum. Umframt at lata eina felags umsókn lótu Agip og Anadarko eisini hvør sína umsókn. Vm. Ron Lansdell frá Agip við umsókn frá Agip og Marathon, í miðjuni Arvid Halvorsen frá Norsk Hydro við umsóknini frá teimum tirmum feløgunum í samtakinum og hm. Richard Hook frá Anadarko, ið eisini einsamalt letur umsókn inn. Í gjár var Texaco-bólkurin í Oljumálastýrinum.Í dag vitja Amerada-bólkur, BP Amoco, Statoil-bólkur og Føroya Kolvetni.