Fyrstu tvíburðarnir í 2000

Fyrstu tvíburðarnir í 2000 eru suðuroyingar

Hóast nógv hevur verið prátað um lágu burðartølini í Suðuroynni, so eiga suðuroyingar met, tá tað ræður um at koma fyrst. Fyrsti føroyingur í 2000 kom í heimin á Tvøroyar Sjúkrahúsi klokkan 04:20 tann 1. januar.

Og fyrstu tvíburðar í árinum 2000 eru eisini suðuroyingar.

Tann 28. januar fingu Suni og Katrin West úr Øravíkarlíð tvíburðar á Landssjúkrahúsinum. Tvær gentur. Tann fyrra kom í heimin klokkan 16:30 og tann seinna klokkan 16:50. Hin fyrra vigaði 2545 gramm og seinna 2005 gramm. Báðar vóru 48 centimetrar langar.

Tær eru føddar 3 vikur ov tíðliga, men hava tað gott og taka uppá.

Stóribeiggin, 4 ára gamli Áron, er errin og vil fegin sleppa at nana.

Suni West sigur, at tá alt er komið í rætta legu, sleppa tey vónandi heim. Hann vónar, at hetta verður innan einar 14 dagar.

Hann heldur, at tað má vera av tilvild, at suðuroyingar eiga fyrsta føroying og nú eisini fyrstu tvíburðar í øldini.

Sosialurin ynskir tillukku og blíðan byr.