Fyrstu tekningarnar koma á jólum

Beint eftir heystfrítíðina verður hugskotskapping útskrivað og beint undan jólum fáa vit fyrstu boðini, um hvussu skúlin á Fløtum skal síggja út.

Í dag er ráðleggingardagur í samanlagda Kommunu- og Venjingarskúlanum. Eitt av evnunum í morgun var framløga hjá Biritu Wardum, býararkitekti, um komandi Skúlan á Fløtum, og frágreiðing frá Heðini Mortensen, borgarstjóra, í hesum sambandi.

 

Borgarstjórin greiddi frá, at byggiverkætlanin úti á Fløtum ivaleyst verður enn ein slóðbrótandi skúlaverkætlan bæði fyri borgarar og næmingar í Tórshavnar kommunu. Á nýggjárinum løgdu gomlu skúlarnir formliga saman við nýggja navninum Skúlin á Fløtum.

 

- Verandi støða við einum skúla í seks eindum kring býin er einans ein fyribilsskipan á leiðini til ein nýmótans og spennandi skúlabygning úti á Fløtum. Tað gleðiliga er, at komandi fimm árini fara hesar eindirnar at fækkast, og í stigum taka vit nýggja skúlan í brúk í ávíkavist 2018, 2019 og 2020. Lat meg leggja dent á, at hetta eru ikki bara nøkur árstøl at tøla tykkum við, hetta er tann arbeiðssetningur, vit hava givið okkum sjálvum, og sum føroyska byggivinnan eisini hevur givið tilsøgn um er fult realistisk at fremja, segði Heðin Mortensen.

 

Heðin Mortensen segði, at byggiskráin skal til endaliga politiska viðgerð í oktober og at beint eftir heystfrítíðina verður hugskotskapping útskrivað. Beint fyri jól fara vit so at síggja fyrstu boðini um, hvussu nýggi skúlin skal síggja út.

 

- Byggiverkætlanin er gott í gongd, og eg kann lova, at hon fær fremstu politisku raðfesting. Hetta verður størsta kommunala íløga nakrantíð. Eg vóni tí eisini, at tit framhaldandi sýna sama ágrýtni og góðvilja til at taka við teimum avbjóðingunum, sum altíð vilja vera, tá broytingar fara fram, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.