Íslendska stjórnin hevur nú svarað nøkrum av spurningunum, sum hon fekk frá ES-nevndini herfyri í sambandi við umswóknina um limaskap. Tað sigur Össur Skarphéðinsson, uttanríkisráðharri, við Morgunblaðið.
Sambært samtyktini í Altinginum skal stjórnin manna eina samráðingarnevnd og nakrar serligar arbeiðsbólkar. Tað er ikki gjørt enn, men verður gjørt fyrsta dagin, sigur ráðharrin.
ES-kommiserurin Olli Rehn segði herfyri, at íslendska umsóknin kann viðgerast skjótt, men tað er treytað av, at íslendingar skunda sær at svara spurnignunum.










