Fyrstu stjørnurnar eru lendar

Nik & Jay, sum skulu spæla á Summar Festivalinum í kvøld, eru komnir til

Føroya í morgun.

Nik & Jay teljast millum fremstu poppbólkar í Danmark, og seinnu árini hava

teir havt eina ørgrynnu av hittum. Eisini í Føroyum eru Nik & Jay væl

umtóktir, og teir hava javnan verið at finna á 15 teimum bestu hjá

Útvarpinum.

 

Nik & Jay skulu spæla á Summar Festivalinum í kvøld kl. 22.00, og teir hava

í samrøðu við Sosialin lovað, at fólk fáa eina heilt serliga konsert við

teimum í kvøld. Við í ferðalagnum hjá Nik & Jay eru eisini sangararnir Joey

Moe og Jinks og DJ Morten Breum, sum skulu seta dám á konsertina í kvøld.