Við tveimum brotskøstum í seinastu minuttunum vann VB í dag síni fyrstu stig í Sunset-kappingini hetta kappingarárið. VB hevði vitjan av VÍF, sum saman við VB er í botnstríðnum í bestu kvinnudeildini.
Dysturin gekk alla tíðina javnt fyri seg, men gjøgnum seinna hálvleik var tað fyri tað mesta VÍF, sum var omaná.
Tað vóru tær eisini, tá bara ein góður minuttur var eftir at spæla, men VB noktaði at geva upp.
Tvær ferðir bríkslaðu dómararnir fyri brotsskasti seinastu løtuna, og báðu ferðirnar skoraði Theresa Joensen, soleiðis at stigini ikki fóru nakran veg úr Vági.
Við fimm málum var Theresa Joensen eisini toppskjútti hjá VB. Heidi Joensen skeyt seks mál fyri VÍF.
VB-VÍF 23-22 (13-13)